Heini neyvan á listanum

Norðoya Tjóðveldisfelag vil ikki út við, um Heini O. Heinesen er komin á listan til løgtingsvalið Norðoya Tjóðveldisfelag hevði sín triðja og seinasta uppstillingarfund gjárkvøldið.

Hóast liðugt er uppstillað, vil Jógvan Ravnsfjall, formaður ikki út við, hvussu listin sær út. Tað má bíða, til aðalstjørnin hevur havt fund hósdagin, sigur hann.

Og ikki fæst at vita, um tað eydnaðist Heina O Heinesen at sleppa á listan.

Undan fundinum sendi Heini O. Heinesen út eina áheitan til tjóðveldisfólk um hjálp.

Heini O. Heinesen fór av fundinum áðrenn liðugt var talt upp.