Heini mátti lúta fyri FCK

Helsingør spældi í gjár ímóti FCK í bestu hondbóltsdeildini í Danmark. FCK er oddalið í deildini, og teir vunnu eisini dystin ímóti Helsingør við fleiri málum – úrslitið gjørdist 38-31. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin, hóast tað bert var eitt mál á muni millum liðini í hálvleikssteðginum. Føroyski hondbóltsspælarin Heini Hanusarson spældi við hjá Helsingør, og hann gjørdi trý av málunum hjá sínum liði.