Heini Lutzen rockaði og stóð seg sum heild so væl, sum sjáldan áður á asfaltinum í Tórsgøtu Tað var ein vælspælandi bólkur, ið bakkaði Heina upp. Heini sang og spældi fleiri av sínum væl kendu løgum. Av mongum verður Heini mettur sum framúr sangari. Og ein freistast at siga, at í kvøld sang hann sum ongantíð fyrr. Væl sungið, væl spælt og ein palltryggur Heini framst á palli, við góðum monnum og kvinnum afturat sær. tað bæði rockaði og svingaði.
Talan var veruliga um eina góða framførslu á Stóra palli í Tórsgøtu.