Heini Lützen

Fyri mong er Heini Lützen ímyndin av gospelsangarum í Føroyum. The Grand Old Man innan gospel framførdi eina fína konsert á Fjarðafestivalinum.
Heini hevði eisini gott fólk afturat sær. M.a. sat Gunnar Guttesen nú handan trummurnar, meðan Linda Petersen sang saman við Heina. Tónleikurin sum Heini Lützen og tey framførdu var fyrst og fremst rokkur.
Eisini var okkurt blueslag á skránni, men tað sum hugtók meg allarmest, var ein tung útseting av einum Kingosálmi. Sálmurin var gjøgnumsúrgaður av pínu, og var hetta ein so sterk løta, at eg næstan gloymdi at anda. Serliga gjørdist lagið stórt ímóti endanum, tá ið allir tónleikararnir spældu meiri frítt.
Samanumtikið kann sigast, at Heini og hansara menn komu væl frá síni framførslu.