Partabrøvini í gamla partafelagnum eru niðurskrivað munandi, og niðurskrivingin verður lutfalsliga útgoldin til partaeigararnar. Tilsamans er talan um eini 45 milliónir krónur, ið verða goldnar út.
At tað hevur loyst seg hjá fólki at sett pening í Havnar Timburhandil, er sjón fyri søgn, tí um tú til dømis eigur eitt partabræv áljóðandi 1.000 krónur í fyritøkuni, fært tú nú umleið 45.000 krónur útgoldnar, hóast tú framvegis eigur partabrævið, sum tó hevur fingið minni virði.
Feløgini leys av hvørjum øðrum
Heini Fosaa váttar, at hann hevur keypt raksturin úr gamla felagnum, og hann leggur afturat, at nýggja felagið hjá honum og gamla felagið hjá Timburhandilin eru fullkomiliga leys av hvørjum øðrum.
Nýggja felagið hjá mær hevur keypt raksturin. Tað gamla felagið er tó til enn, og tað er eisini virkið, tí tað eigur fyritøkuna Vestpack í Vestmanna. Annars er gamla felagið bert eitt ognarfelagið, sum eigur ymiskar ognir og virðisbrøv, sigur Heini Fosaa.
Tað hevur ljóðað, at Havnar Timburhandil hevur ætlanir um at lata upp deild í Vestmanna, nú Vestmanna Timburhandil er fluttur til Kollafjarðar, men Heini Fosaa sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um hetta.
Vit hyggja okkum sjálvsagt allatíðina um, og Vestmanna er eitt av mongu støðum, ið vit hyggja nærri at. Men vit hava ongar ítøkiligar ætlanir um at lata upp í Vestmanna, sigur Heini Fosaa.










