Verður Heini O. Heinesen borgarstjóri í Kunoy komandi setuna, setir hann heimsmet. Norlýsið veit at siga, at 91 ára gamli Hazel McCallion, sum er borgarstjóri í Mississauga í Kanada, hevur heimsmetið. Tá verandi seta hjá henni er av, hevur hann sitið sum borgarstjóri í 34 ár.
Heini hevur, sum er, verið borgarstjóri í Kunoy í 32 ár. Hann var fyrstvaldur á bygdarráðsvalinum týskvøldið, og tí er væl hugsandi, at hann aftur hesa ferð fær í boði at gerast borgarstjóri. Og ger hann tað, kann hann røkka 36 árum í sessinum og harvið seta heimsmet.