Heini Johansen 70 ár

Leygardagin 17. januar fylti Heini Johansen í Vestmanna 70 ár. Heini er havnarmaður, sonur Dagmar og Herluf Johansen.

Hann lærdi til timburmann hjá pápanum, sum var timburmeistari. Síðan lærdi hann til skrivstovumann á Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna frá 1953 til 1956, tá hann fekk starv í Føroya Banka, har hann eisini fekk útbúgving sum bankamaður.

Í 1963 bleiv hann settur sum deildarleiðari hjá Føroya Banka í Vestmanna. Hetta starv røkti hann til 1994.

Síðan 1997 hevur hann arbeitt sum húsavørður hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe í Havn.

Heini hevur eisini sitið á Løgtingi. Í tíðarskeiðinum 1991-94 var hann eykamaður hjá Thomasi Arabo, umboðandi Javnaðarflokkin.

Heini er giftur við Finngerð f. Pætursdóttir Dam, av Tvøroyri, dóttir Ragnhild og Peter Mohr Dam. Tey eiga tveir synir, sum báðir eru maskinmeistarar, teir eru giftir og búgva í Vestamanna. Eisini eiga tey sjey ommu- og abbabørn.