Heini ikki í HB longur

Heini Vatnsdal spælir ikki við HB aftur í ár

Heini Vatnsdal er fríttstillaður í HB og hann finna sær annað felag. Hann er fluttur til Danmarkar í lestrarørindum og venur við Fremad Amager í løtuni. Tað sigur Heini í stuttari viðmekring við in.fo.

 

Heini Vatnsdal flutti niður í fjør, men tað eydnaðist ikki at finna eitt felag. Eitt sindur av rokið var, tá Heini kom aftur til Føroyar at spæla í summar. Víkingur vildi hava sterka miðvallaran, men HB metti seg hava sáttmála við mannin, sum bara slapp úr sáttmálanum, tí hann flutti av landinum.

 

So er at vóna, at miðvallarin finnur eitt felag. Heini hevur ikki verið aktuellur á landsliðnum í eina tíð.