Heini hyggur frameftir

– Vit eru samdir um, at tað, sum er farið, er farið. Nú vóni eg bara, at vit allir arbeiða saman og gera alt fyri Føroyar fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Heini Hanusarson, sum aftur er at síggja á manslandsliðnum í hondbólti. Dia Midjord, annar av venjarunum, fegnast um at hava Heina aftur á liðnum.

Ymsar hendingar eftir dystin í Sarajevo ímóti Bosnia tann 1. november í fjør høvdu við sær, at Hondbóltssambandið gav Heina Hanusarson karantenu í tveir dystir, og seinni var karantenan so víðkað til at fevna um restina av hesum árinum. Men herfyri var talvan vaskað rein og allar karantenur, ið ætlandi eisini skuldu raka aðrar spælarar, sum vóru við í Sarajevo, eru nú strikaðar.

Hetta merkir ikki minst, at kanska týdningarmesti spælarin á føroyska manshondbóltslandsliðnum aftur er tøkur, og í gjárkvøldið taldist hann millum hugagóðu landsliðsmenninar, ið vandu upp á lívið í ítróttarhøllini á Hálsi.

– Eg eri klárur til dystin ímóti Sveis og nú vóni eg bara, at vit allir arbeiða saman og gera alt fyri Føroyar fyri at fáa eitt gott úrslit. Eg havi tosað við venjararnar, og vit eru væl aftur. Tað, sum er farið, er farið, sigur Heini Hanusarson, tá vit fáa orðið á hann eftir venjingina.

 

Styrkir um liðið

At Heini aftur er við á landsliðnum, fegnast eisini annar av landsliðsvenjarunum, Dia Midjord, um.

– Tað er fínt, at vit hava fingið Heina aftur, eftir at hann nú hevur verið burturi frá tveimum av EM-dystunum. At vit hava hann á liðnum, gevur okkum eina størri hóttan á høgra bakki, og samstundis fáa vit sett spæli eitt sindur øðrvísi upp hjá okkum, sigur Dia.

– Heini dregur nokk so nógv til sín yviri í høgru síðu, og tí fáa vit gjørt fleiri kombinatiónir í vinstru síðu. So tað er eingin ivi um, at hann styrkir væl um liðið, nú hann aftur er við.

Sjálvur sigur Heini, at konditiónin kanska hevur verið betri, enn hon er júst nú, men at hon so avgjørt er brúkilig, sum hann tekur til.

– Formurin er rímiligur, og eg havi ið hvussu er fingið nógva og góða mótstøðu í Danmark. Eg havi havt eitt sindur av trupulleikum við øklinum, men tað hevur lagt seg aftur, so eg eri púra klárur at møta Sveis, sigur kollfirðingurin, sum í løtuni er einasti føroyingur, sum spælir á hægsta stigi uttan fyri landoddarnar.