Heini hevur álit á skrivaranum

Heini O. Heinesen, fyrrverandi formaður í landsstýrismálanevnini, hevur fult álit á skrivaranum og løgfrøðinginum hjá nevndini, hóast Føroya Rættur leggur avgerðina hjá nevndini til grund fyri avgerðini um at lata Jógvani S veiðiloyvið aftur

Tað er skeivt av rættinum at blanda landsstýrismannanevndina upp í úrskurðin, sum rætturin hevur gjørt, sigur Heini O. Heinesen, fyrrverandi formaður í landsstýrismálanevndini. Rætturin blandar ting saman, sum einki hava við hvørt annað at gera, sigur hann.
Tað, sum landsstýrismálanevndin hevur gjørt, er í lagi. Vit hava gjørt eitt juridiskt tilmæli við ráðgeving frá skrivara okkara, og tað haldi eg framvegis vera rætt. Eg sovi væl, og fari fegin í fongsul restina av lívinum fyri eitt slíkt mál. So vísur eri eg í, at tað, sum nevndin gjørdi, er rætt.
Fiskimálaráðið bað um at verða dømt í hesum málinum, sigur Heini O. Heinesen, og tað er rættiliga álvrsligt heldur hann.
Landsstýrismálanevndin hevur ikki givið nøkrum boð um nakað sum helst. Hon hevur bara gjørt eitt tilmæli um, hvussu hon heldur, at málið var umsitið.
Tað er eingin ivi um, at at tað var skeivt av landsstýrismaninum at taka loyvi aftur frá skipinum, sum framman undan var altið tí. Tað, sum var skeivt, var at lovyið nakrantíð varð latið, staðfestir Heini O. Heinesen.
Tað var tað, sum málið snúði seg um. Nú blandar rætturin fleiri ting saman við at blanda landsstýrismálanevndina upp í eitt mál um at taka eitt loyvi aftur
?Jacob Vestergaard handlaði undir politiskum trýsti, sigur Heini O. Heinesen, og heldur, at hansara politisku partamenn, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, avgjørt ikki eru uttan skuld í, at málið er komið hertil. Teir søgdu greitt við landsstýrismanin, at um hann ikki gjørdi, sum hann gjørdi, so varð hann frákoyrdur.
Nú skapar hetta málið eitt fyridømi, og nú er avgjørt væntandi, at fleiri fara at koma aftur um aftur og vilja hava fiskilolyvi á hesum grundarlagnum, sigur Heini O. Heinesen. Hann hugsar sær til allar teir, sum hava fingið avslag upp á umóknir um fiskiloyvir.
?Vit kunnu gott rokna við, at nú fer línuskipaflotin upp á eini 30 skip, og so verður einki til nakran, sigur hann.
Hann harmast um, at tann stýring, hesi árini hevur verið á fiskivinnuni, nú fer fyri einki. Nú er tað gjørt lógligt at flyta skip millum bólkarnar, og so hava vit sagað greinina, vit sita á, av, sigur Heini O. Heinesen.