Heini Haunarson, ið er 30 ár, hevur tey seinastu árini spælt í ELITE 3000, Helsingør og er í inniverandi kappingarári noteraður fyri 114 mál í 21 dystum.
- Eg eri sera fegin um avtaluna við Ajax Heroes, og at hon er komin undir land.
I hesum kappingarárinum í 1. deild hevur Ajax Heroes víst seg at vera klárt sterkasta liðið í deildini, og at tað samstundis er sera væl fyri á venjaraplássunum, sigur Heini, og leggur afturat, at hann kennir Torben Nielsen (venjaran) frá sínari tíð í Lyngby. Eg gleði meg veruliga til at sleppa at arbeiða saman við honum aftur, sigur Heini Hanusarsson endaliga.
Hin leikarin, ið Ajax Heroes hevur tryggjað sær, er 24-ára gamli Thomas Iversen.
Thomas hevur áður spælt við Ajax-Farum, áðrenn hann skifti til Lyngby HK, ELITE 3000, Helsingør og seinast til TMS Ringsted.
Á Rás2 klokkan á leið 15:45 verður samrøða gjørd við Heina Hanusarsson, so tað fer óivað vera spennandi at hoyra, hvat gott Heini hevur at siga okkum úr Danmark.










