Heini Hanusarson skeyt 10 mál ígjár

Ígjár leiktu Helsingør á útivølli ímóti Ribe í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Tað gekk ikki so væl í hond hjá Helsingør. Teir taptu greitt 37-31. Persónliga gekk kortini væl hjá Heina Hanusarson, sum skeyt 10 mál í dystinum. Helsingør hevur tryggjað ikki at flyta beinleiðis niður, men teir togast við Odder og GV Ejby-Middelfart um at sleppa undan at leika kvalifikasjónsdystir um upp og niðurflyting. Odder og Helsingør hava 19 stig, meðan GV Ejby-Middelfart hava 18 stig. Endar Helsingør ikki ovast av hesum trimum liðunum, so mugu teir leika kvalifikasjónsdystir ímóti einum liði úr 2. deild, um rættin til at leika í 1. deild næsta ár.