Heini Hanusarson skal royna seg í spjótkasti

Kappingar sum er á breddanum á Tórsbreyt í dag eru :

 

100m/110m hekkurenning

200m

1.500m

3.000m forðarenning

Hæddarlop

Spjótkast

Kúlustoyt

 

Í kappingini í spjótkasti fer tann fremsti føroyski hondbóltsspælarin hesumegin aldarskiftið at royna seg. Heini Hanusarson skal kappast ímóti Øssuri Debes Eiriksfoss,

Kristian Martini Garðalíð, Helga Geyti,

Steinolvi Geyti, Rógva Højgaard og Leif Mikkelsen um at gerast føroyameistari í spjótkasti.

 

Hanus hevur tó áður tikið lut í slíkum kappingum, og hevur staðið seg væl.

 

Kappingarnar verða avgreiddar á Tórsbreyt millum klokkan 14 og 16 í dag.