Heini Hanusarson, Neistin

Hvør vinnur gullbrakið leygardagin ? og hví?

Tað er svarta høpisleyst at tippa slíkar dystir. Men skal eg velja, so vil eg siga, at Kyndil er favorittur í mínum eygum. Teir hava havt viðrák í seinastuni, og sjálvt um VÍF vann greitt á einum skerdum StÍF liði, so fær tað meg ikki at broyta meining.

Móti okkum spældi Kyndil í øllum førum nógv betri, enn VÍF gjørdi tað. Teir hava nógv meira variatión og yvirraskilsi í sínum spæli, og tað hevði VÍF so ikki í teimum dystunum.

Og so má eg siga, at tann parturin, sum megnar at vinna á síni egnu angist, nokk fer avstað við sigrinum. Tað sigst jú, at tað at vinna á sær sjálvum er størri enn at vinna á einum heilum býi. Mentala styrkin hevur ófatiliga stóra týdning í einum slíkum dysti.

Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil?

At allir menn spæla sítt spæl, og ikki hugsa um, at tað er ein finala. Fert tú at hugsa um týdningin av dystinum, og at hvør bóltur kann fáa avleiðingar, so gerst spælið ofta fastlæst.

Og til VÍF?

Ja. At vinnið við einum máli!

-jm