Heini Hanusarson leikandi venjari hjá VÍF

Heini Hanusarson og VÍF hava undirskrivað sáttmála fyri komandi ár.

JN.fo vita í dag at siga, at Heini Hanusarson verður leikandi hjálparvenjari hjá VÍF komandi kappingarár. JN.fo boðar frá, at Heini Hanusarson og VÍF hava skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár í dag.

 

Heini Hanusarson segði við Norðlýsið í fjør, at hann vónaði at sleppa at spæla hondbólt á hægsta stiðið í Føroyum aftur, og tað letur til, at hann nú fær møguleikan í VÍF.

 

Heini Hanusarson hevur verið millum bestu hondbóltsleikarar í Føroyum í mong ár, hevur spælt 40 landsdystir og skotið útvið 200 mál.