Heini Hanusarson er Klárur

Heini Hanusarson er eisini tikin út til dystin í dag móti Luxsemburg. Heini vandi við landsliðnum í Kollafirði í gjárkvøldið, og hann er klárur at spæla dyst í dag.

Hesum boðar Dia Midjord, landsliðsvenjari frá.

 

Í stuttari viðmerking leggur hann afturat ? at tað verður spennandi at vita, um føroyskur hondbóltur hevur flutt seg rætta vegin.

 

Fyrsta altjóða uppgávan hjá Dia Midjord og Kára Nielsen á odda fyri manslandsliðnum var Challenge Trophy, oktober 2007, og har var mótstøðuliðið einki annað enn júst Luxemburg. Føroyska liðið tapti við seks málum, 25-31, men fylgdi væl við 3/4 av dystinum.

 

- Landsliðsarbeiðið er lagt meira í fastar karmar nú, og fleiri spælarar venja nógv meira miðvíst og seriøst nú enn tá, so tað verður spennandi at spæla aftur ímóti Luxemburg, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.

 

Hann vísir á, at spælararnir gleða seg til uppgávuna, og kanska fáa vit eitt av teimum meira positivu upplivilsunum, tá hesir báðir dystirnir eru spældir.

 

Dysturi Føroyar-Luxemburg verður í dag klokkan 17 í Kollafirði.