Heini Hátún samskipar fólkateljingina

Føroya besti samskipari er funnin! Heina Hátún er settur í starv sum samskipara av fólkateljingarátakinum. Hagstovan hevur sett Heina Hátún í starv sum samskipara av fólkateljingarátakinum.

Sum samskipari skal Heini hava umsjónina við øllum teimum tiltøkum, sum landið setir í verk, fyri at fáa eina væleydnaða fólkateljing frá hondini.

Til at fyriskipa eina fólkateljng, sum ber vitanina um samfelagið fram á eitt nýtt mót, skulu nógv einstøk tiltøk renna saman í eina væl samskipaða heild, tí bara á tann hátt, fæst full nytta burtur úr tí orku og tí tilfeingi, sum landið setir av til fólkateljingarátakið, verður sagt á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Heini er 36 ára gamal og hevur Master of Science útbúgving frá London School of Economics í ?Analysis Design and Management of Information Systems?. Heini hevur royndir frá verkætlanarvirksemi í norska felagnum Ementor, eins og hann hevur havt verkætlanir um hendi í Føroya Tele, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Granskingarráðnum og Føroya Banka.

Heini er eisini kendur ítróttamaður, serstakliga í frælsum ítrótti, í kappróðri og seinastu árini í inniróðri. At hann var í hópinum, sum vann upp á Búgvan í summar, taldi ikki við í setanini - men starvið, hann nú fer undir, snýr seg eisini um at seta sær mál, at arbeiða áhaldandi og miðvíst fram móti teimum og ikki minst tað, at kenna á sær frammanundan at vit fara at koma á mál.