Tað er ikki á hvørjum sinni og kanska ikki á hvørjum ári, at Heini í Skorini skorar mál. Men í nógva vindinum í Gøtu skoraði hann málið, sum bar øll stigini við sær, og sum harvið heldur B36 í tøttu kappingini við NSÍ um FM heitið.
- Vit hava skorað fleiri mál við hasum uppspælinum. Santos hevur fínan sparkiførleika, og tá ið hann skiftir upp á handa mátan, so plagar tað at vera Sylla, sum hevur snýkt seg út í høgru, har hann plagar at vera leysur og síðani sjálvur at syrgja fyri málinum, sigur Heini í Skorini.
Hvussu upplivdi tú málið?
- Eg hevði góða tíð. Kanska varð Hans Pauli snýttur av vindinum. Eg fekk stundir til at lata bóltin stikla eina ferð eyka og at kanna eftir, hvar málverjin stóð, áðrenn eg smekkaði til, og tað var frálíkt at síggja bóltin fara í handara síðunetið.
Hvussu upplivdi tú dystargongdina?
- Júst soleiðis sum vit høvdu roknað við. Vit vistu, at tað fór at verða alneyðugt at stríðast og arbeiða nógv fyri at vinna, og hóast vit løgdu okkum framum, so vóru vit ikki vísir í sigrinum, fyrrenn dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Tá ið munurin bara er eitt stig, kann alt jú koma fyri. Teir royndu at leggja trýst á, men vit megnaðu at halda teimum burtur frá møguleikum, greiðir málskjúttin frá.
Tú hevði ein annan møguleika av sama slagi?
- Tað var aftaná, at vit høvdu skorað málið. Ta ferðina haldi eg, at tað var eitt sindur spískari. Málverjin bjargaði, men kanska skuldi eg heldur havt spælt innfyri málið, har bæði Anderson og Hanus Thorleifsson vóru staddir. Tað vóru annars fleiri støður, tá ið innleggini fóru tvørturum. Tey kundu havt verið vandamikil, men eingin var á rætta staðnum í røttu løtuni at stýra bóltin í málið.










