Uttan stórvegis trupulleikar fekk Heini Olsen javnt í móti stórmeistaranum Miroslaw Grabarczyk úr Póllandi. Eftir at telvaðir vóru 22 leikir var semja um javnleikin. Støðan var ikki til meira.
Tað kann vísa seg at hava sera stóran týdning seinni í kappingini, í jagstranini eftir teim 5 stigunum, sum geva IM-heitið til Heina, at Heini higartil er sloppin snikkaleysir ímóti 2 stórmeistarum. Telvarum, har vánirnar í útgangsstøðinum eru lakar.
Martin Poulsen kláraði ikki at fylgja upp uppá frálíka sigurin í 1. umfari, tá hann tapti ímóti GM Ralf Åkeson úr Svøríki. Olaf Berg kom tíverri ei heldur í dag á stigatalvuna, eftir ósigur ímóti Daniel Semcesen úr Svøríki.
Eftir at 2 umfør - av 9 - eru telvaði, er støðan:
1. GM Sarunas Sulskis - 2 stig.
2-3. GM R. Åkesson, D. Semcesen við 1½ stigi.
4-7. Heini Olsen, Martin Poulsen, Espen Lund og T. Sammalvuo við 1 stigi.
8-9. GM G. Jones og GM M. Grabarcyk við ½ stigi.
10. Olaf Berg, 0 stig.
Fylgið við á heimasíðu Talvsambandsins: www.faroechess.com