Heini fekk fólksins álit

Heini O. Heinesen er helst tann royndasti kommunustýrislimurin í Føroyum, og hann fekk nógv flestar atkvøður hesaferð til kommunuvalið í Kunoyar kommunu.

Tað eru 50 ár síðan, at hann fyrstu ferð varð valdur í stýrið fyri Kunoyar kommunu. Hann var tó úti í eitt skeið í 70-árunum.

Heini O. Heinesen tekur tað sum, at hann hevur gjørt okkurt gott hesi árini.

Hann hevur ongar ætlanir um beinanvegin at kalla nýggja kommunustýrið saman. Tað hevur ongan skund.

Øll hesi árini hevur Heini O. Heinesen verið skrivari í kommununi.