Heini fekk ein frammaná

Tað kostaði Heina Vatnsdal tvey blá eygu og eina útskifting at spæla ímóti Skive sunnudagin.

Heini Vatnsdal fekk ein ordans umgang, tá ið hann og liðfelagarnir sunnudagin vunnu 1-0 ímóti Skive í næstbestu donsku deildini.


Føroyski verjuleikarin fekk stutt áðrenn hálvleik ein fót beint í høvdið. Tað gjørdist skjótt greitt, at hann ikki var førur fyri at halda fram, og hann varð tískil útskiftur.


Tað sær ikki so hugaligt út á myndini, men Heini sigur í samrøðu við Fremad Amager TV, at tað er á einari góðari leið.


Hann sigur, at hann hevði høvuðpínu tann dagin tað hendi, og at hann nú saman í samráði við lækna skal útvega eina masku, sum hann kann spæla við vónandi longu næsta dyst.