Tá ið Heini Zachariassen menti vín appina, vivino, skeyt hann papageykin.
Áhugin at seta pening í vivino, hevur ikki manglað og beint nú hevur hann fingið góðar 58 milliónir krónur afturat í nýggjum íløgum, almannakunngerð Vivino í dag.
Peningurin kemur úr grunninum hjá Skype-stovnaranum Janus Friis og íløgufelagnum Balderton.
Heini Zachariassen sigur við trendsonline, at hann er ómetaliga fegin um at hava fingið so stórar íleggjarar.
Hann sigur, at hendan innspræningin gevur teimum arbeiðsfrið at menna appina.
- Tað er sjáldan, at ein so lítil fyritøka, sum okkara, fær eitt slíkt høvi at menna seg.
Men tað er nettupp, hvat nýggi íløgupeningurin skal brúkast til – at menna og styrkja vivino, sum er mest brúkta vín app yvirhøvur í heiminum.
Í dag umfatar Vivino yvir 1,3 millioner sløg av víni og har ber til hjá fólki úr øllum heiminum at fáa upplýsingar um hvørt slagi og eisini ummæli.
Eitt úrslit av nýggja íløgupeninginum er, at menningararbeiðið verður í størri mun flutt til Danmarkar, hav vivino heldur til og tað merkir samstundis, at starvsfólkatalið í Danmark meiri enn tvífaldast, úr 12 fólkum, upp í 25 fólk.
Í næstum er eisini ætlanin at styrkja virksemið í USA
Hoyr prát við Heina við at trýsta á pílin beint undir myndini