Heini fúsur at taka sessin eftir Karsten

- Hevði tað verið eg, hevði Karsten Hansen uttan iva hildið, at tað mest natúrliga var, at eg legði frá mær, sigur Heini O Heinesen

- Hevði Karsten Hansen sagt tingsessin frá sær, er Heini O Heinesen fúsur at fara aftur á Løgting.
Tað sigur gamli tingmaðurin úr Kunoy, sum er næsti maður á tjóðveldislistanum í Norðoyggjum.
Annars vil Heini O Heinesen ikki siga um hann heldur, at Karsten eigur at siga tingsessin frá sær, nú hann hevur meldað seg úr flokkinum.
- Men hevði tað verið øvugt, so at tað var eg, sum meldaði meg úr flokkinum, vænti eg, at Karsten Hansen hevði hildið tað verið natúrligt, at eg segði tingsessin frá mær.
Annars dylir Heini O Heinesen ikki fyri, at hann hevði ikki gjørt sum Karsten Hansen og meldað seg úr flokkinum.
- Eg veit onki um, at flokkurin hevur nakran skrásettan politikk á økinum og í hevur tað staðið til samvitskuna hjá hvørjum einstøkum, hvussu teir atkvøða.
- Eg var ikki altíð samdur við flokkin, men eg kundi ikki funnið upp á at melda meg úr flokkinum tí uttanfyri hevur ein so als onga ávirkan.
- Eg dugi ikki at síggja, at hetta málið skal vera so nógv øðrvísi enn so mong onnur mál. Tað er í nógvum málum, at tað er latið upp til sannføringina hjá hvørjum einstøkum tingmanni og eg haldi ikki at tað er rætt at melda úr flokkinum fyri tað, tí so missur ein alla ávirkan.
- Tað eru altíð ymsar meiningar í einum flokki, men uttanfyri hevur ein so onga ávirkan
At Norðoya Tjóðveldisfelag síðani heitir á hann um at siga tingsessin frá sær, skilir Heini O Heinesen væl.
- Hinvegin mugu vit eisini siga, at tann, sum er valdur, hann er valdur, leggur hann afturat.
Heini O Heinesen sigur, at hann stillaði upp seinast, tí hann metir framvegis, at hann hevur nakað at geva av á politiska økinum.
Og hann hevur framvegis ikki mist hugin til politikk, so skuldi møguleikin verið har, er hann fúsur at taka av.