Heini fær prógv á siðbundnan bretskan hátt

Í dag hevur Heini í Skorini verið í London og fingið sítt prógv frá King’s College um at hann hevur nátt ein ph.d grad í altjóða politikki.

 

- Ph.D. próvhandan – á siðbundnan bretskan hátt, skrivar hann sjálvur á Facebook, saman við nøkrum myndum frá handanini.

 

Fríggjadagin 5. mai vardi Heini í Skorini ph.d.-ritgerð sína um altjóða politikk á Department of War Studies á King’s College, University of London.

 

Heini í Skorini hevur kannað søguna og korini hjá talufrælsinum í ST høpi og hvussu rætturin til frít at siga sína hugsan um trúarviðurskifti er undir áhaldandi og skipaðum álopi, eisini í 2017. Granskingartilfarið fevnir um fleiri enn 1000 skjøl úr søvnum hjá ST og Wikileaks-dátugrunnin, umframt umleið 25 samrøður við ST sendifólk og diplomater úr Asia, Miðeystri, Norðurafrika, Europa og USA.

 

Tá segði Heini í Skorini soleiðis um ritgerðina:

- Handan háfloygdu ástøðini, er ritgerðin í veruleikanum um fólk, sum gjalda hægsta kostnaðin fyri at hugsa og tosa frítt. Hóttanir, fongsul, píning, forfylging og deyða. Av og á má ein minnast til, at frælsi ikki er ein sjálvfylgja; at frælsi er ein søgulig parentes, sum skal verjast.

 

Høvuðvegleiðari hjá Heina í Skorini var Viviene Jabri, professari í altjóða politikki á Department of War Studies, King's College.

 

Í heyst bleiv Heini í Skorini settur í starv sum adjunktur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.