Heini er ikki á listanum

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur ikki rúmd fyri tingmanninum Heina O. Heinesen Tveir uppstillingarfundir hava verið í Norðoya Tjóðveldisfelag, men eingin Heini O. Heinesen er á listanum.

Hann boðaði annars herfyri frá, at hann var til reiðar at stilla uppaftur.

Heini O. Heinesen hevur í dag ikki stórvegis viðmerkingar til, at hann ikki er komin á listan. Eftir hansara fatan var tað avgjørt frammanundan, hvørji fólk skuldu á listan. Hann heldur tað annars vera løgið, um pensjonistar eru óynskir, tá ið pensionistarnir telja fjórðingin av fólkinum.

Heini O. Heinesen varð fyrstu ferð valdur í løgtingið í 1984 og sat til 2004. Tá fall hann men varð valdur inn aftur í 2008 við 415 atkvøðum.