Heini enn á listanum

Tað hendi einki kollveltandi á øðrum uppstillingarfundi í gjárkvøldið hjá Tjóðveldi í Suðurstreym. Listin er hin sami, sum framman undan fundinum. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði annan uppstillingarfund í gjárkvøldið, men sambært tingskrivaranum hendi einki kollveltandi á fundinum.

Einki nýtt navn kom á listan, og øll tey, ið stóðu á listanum framman undan, vórðu standandi, sigur tingskrivarin.

Hetta merkir, at Heini O. Heinesen framvegis stendur á listanum hjá Tjóðveldi til komandi valið, um enn hann er í uppskoti í Suðurstreym heldur enn í Norðoyggjum.

Enn er ikki avgjørt, nær triði og seinasti uppstillingarfundur verður.