Heini elskar teir góðu gomlu sálmarnar

Hósdagin kemur nýggj fløga út við Heina Lützen, ið ber heitið ?Sálmar?. Talan er um útgávu, har flestu løgini eru gamlir danskir sálmar úr føroysku sálmabókini. Fløgan er sett saman sum ein heild, har ein verður leiddur gjøgnum eina ?gudstænastu? av sálmum. 12 skeringar eru, har ein skering leiðir beinleiðis yvir í næstu. Hetta gevur lurtaranum eina dynamiska heildaruppliving.

 

Um orsøkina til útgávuna sigur Heine: - Eg og Gunnar innspældu jólasálminum ?Føgur er foldin? á fløguni ?Jól í dag?. Hesin var so mikið væl móttikin, at tað gav íblástur til hesa fløguna við gomlum sálmum. Stílurin líkist nógv, har lagið oftast byrjar yndisligt og minimalistiskt, sum síðan brestur út í symfoniskan rokk, sum bara Gunnar klárar at leggja tað til rættis.

 

Hetta er triðja fløgan, ið Heine hevur lagt navn til sjálvur ? hóast hann hevur luttikið á nógvum øðrum útgávum. Fyrsta fløgan ?Tíðirnar skifta? kom í 1995, og var sera væl móttikin, helst orsakað av fólksliga stílinum. Í 1999 kom ?Brotin? á marknaðin, ið var meira nýmótans í stíli.

Eitt lag av nýggju fløguni ?Lít allar tínar leiðir? er longu farið í umfar og kann hoyrast m.a. á www.myspace.com/heinelutzen ella á youtube.