Tað sigur Heini Vatnsdal, sum hevur fingið leikbann í tríggjar dystir, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort móti EB/Streymi. Heini sat yvir móti NSÍ í gjár, men skal nú eisini sita yvir í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini móti B68, umframt í oddabrakinum móti B36 sunnudagin.
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Heðin Askham í øðini inn á leikbannið
- Eg føli at dómurin er órættvísur. Eg meti at eg blívi so mikið "provokeraður" at tað eigur at vera við í dómara rapportini, men tað er tað ikki, sigur Heini Vatnsdal.
Les eisini: Trygvi: Nú mugu dómararnar taka seg saman
Tað stendur í vegleiðingini hjá FSF, at um spælari verður provokeraður, so skal kappingarnevndin meta um, hvørt brotið skal sektast linari.
Úr vegleiðingin hjá FSF um leikbann fyri tríggjar dystir:
“4. LEIKBANN 3 DYSTIR
Verður givið fyri grov brot sum m.a.:
- at sparka ella sláa, um bólturin ikki er í spælið, ella um spælið fer fram aðrastaðni á vøllinum.”
“Um leikari fremur brot, ið førir við sær útvísing, og hetta brot er orsakað provokasjón frá mótleikara, skal kappingarnevndin meta um, hvørt brotið skal sektast linari, enn brotið annars vildi verið sektað.”
Les eisini: (Video) Samandráttur NSÍ - HB 1-2
Eg dugi ikki at síggja at hatta reyða kortið er tríggjar dystir og eri tí sera ónøgdur við dómin. Eisini tá ið júst tann triði dysturin er móti nærmastu kappingarneytunum úr B36. Tað ger støðuna uppaftur meiri frustrerandi, sigur Heini Vatnsdal.
Vanvittugt dømt av FSF
Tað sigur Heðin Askham, venjari hjá HB.
- Vit eru stakónøgdir við at hann fær tríggjar dystir. At Heini ikki bleiv provokeraður í støðuni, sum dómarin skrivar í dómarafrágreiðingini, tað passar ikki. Øll sóu hvat hendi. Hann verður hálaður niður. Hatta er bestemt ikki leikbann til tríggjar dystir, sigur Heðin Askham, sum ásannar, at hann kemur at sakna Heina í dystunum móti B68 og B36.
- Hatta er vanvittugt dømt av Fótbóltssambandinum, er seinastu orðini hjá HB venjaranum í hasum sambandi.