Heini dagsins maður – við bindi um høvdið

Heini Vatnsdal og Fremad Amager vunnu um vikuskiftið á Thisted FC. Føroyski landsliðsspælarin bleiv kosin til dagsins spælara í dystinum

Heini Vatnsdal og Fremad Amager vunnu um vikuskiftið 1-0 á Thisted FC. Føroyski landsliðsspælarin bleiv kosin til dagsins spælara í dystinum.

Sterki vágbingurin fekk ein ordans stoyd í byrjanini av dystinum, tá hann og tveir aðrir spælarar fóru í ein luftdyst. Miðverjin  mátti spæla við bindi um høvdið restina av dystinum, men tað darvaði ikki Heina.

##med2##

- Heini fekk bind um høvdið, men tað var ikki til at síggja á harða føroyinginum. Hann vann allar luftdystirnar í dystinum og bleiv uppiborið kosin til dagsins spælara av dagsins høvðusstuðli, skrivar Fremad Amager í dystarfrágreiðingini.

##med3##

Heini Vatnsdal mátti lata seg skifta út í landsdystinum móti Rumenia, men er blivin klárur aftur. Fremad Amager hevur 36 stig á sjeynda plássi, men manglar at spæla ein dyst móti Næstved.