Hondbóltur
Tað var ikki eiti at heimavallar-debut, sum Heini Hanusarson fekk, tá hann við nýggja felagi sínum, Team Midtsjælland, tók ímóti Skjern í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Skjern misti DM-gullið á stokkinum í fjør, og frá flestu síðum verða teir roknaðir sum ein av avgjørdu DM-biðlunum undan hesum kappingarárinum.
Team Midtsjælland er hinvegin júst flutt upp í deildina, og tí var eisini avmarkað, hvussu stórar vónirnar til liðið vóru undan árinum.
Men tað løgdu Heini og teir líka í. Eftir at Skjern var liðið, sum fekk betru byrjanina, so fekk heimaliðið alt betri tak á dystinum, og sum minnuttirnir gingu, so tóktist ein verulig sensatión alt nærri. Ikki minst eftir Skjern ikki megnaði at skora fyrstu átta minuttirnar av seinna hálvleiki.
Og tó at Skjern seinastu 20 minuttirnar royndi at seta ein endaspurt ígongd, so helt heimaliðið fast. Eisini tá teir seinastu løtuna spældu við fimm móti sjey, og eisini hóast Skjern í seinasta álopinum tók málverjan út fyri ein útileikara.
Eitt var, at hetta var ein sensatión av teimum stóru í donskum hondbólti, men við føroyskum eygum var stóra søgan, at Heini Hanusarson gjørdist dagsins maður í dystinum.
Fimm ferðir fann hann vegin til meskarnar, og eftir dystin vóru viðhaldsfólkini hjá liðnum somikið ovfarin, at tey valdu Heina til dagsins leikara. Ein heiður, sum føroyski landsliðsmaðurin sjálvandi fegnaðist um.
- Tað sigur seg sjálvt, at hetta var ein ótrúliga stuttlig uppliving. Skjern var jú roknað sum ein av stóru favorittunum, og á pappírinum er liðið hjá teimum átta milliónir krónur dýrari enn okkara, so tað var heilt víst eitt úrslit, sum fólk løgdu til merkis, sigur Heini.
- Og at tað so eisini skuldi ganga somikið væl hjá mær persónligt, var bara eyka stuttligt. Sum nýggjur í einum felagi kann tað jú verða trupult at verða góðtikin av viðhaldsfólkunum, og verður tú fyrst róptur ein fiasko einaferð, so kann hetta verða ótrúliga trupult at sleppa av aftur við.
Nú er støðan kanska heldur øðrvísi hjá Heina. Við góða avrikinum kann tvørturímóti hugsast, at hann longu nú er góðtikin av viðhaldsfólkunum, soleiðis at hesi heldur fara at fyrigeva honum, tá dagarnir ikki verða eins góðir. Ein støða, sum Heini sjálvur ikki ivast í fer at koma fyrr ella seinni.
- Tað er einki at ivast í, at eitt slíkt bragd kunnu vit ikki fremja í hvørjum dysti. Enn eru 24 dystir eftir at spæla, og málið hjá okkum er fyrst og fremst at halda okkum í deildini. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit helst skulu vinna dystirnar móti teimum veikaru liðunum í deildini, so í so máta var hetta bara ein eyka bonus. Vit fara so ikki upp at sveima av hesum eina úrslitinum, sigur Heini avgjørdur.
Góðar umstøður
Í aðrar mátar, so tykist Heini at lata heilt væl at umstøðunum í nýggja felagnum. Ikki minst venjingarumstøðurnar eru í topp, men afturfyri, so verður eisini kravt nógv av leikarunum.
- Vit venja fýra ferðir um vikuna, og í trimum av hesum førunum er tað soleiðis, at vit undan sjálvari hondbóltsvenjingini eru ein tíma í vektrúminum, har ein servenjari tekur sær av okkum.
- Soleiðis er hvørt venjingarkvøld einar tríggjar tímar langt, og tað rokni eg eisini við er neyðgut, um vit skulu standa okkum. Ikki minst við styrkisvenjingini, tí vit hava eitt sera ungt lið, og tí er einki at ivast í, at vit skulu vera í toppvenjing, um vit skulu gera nakrar skreytir.
Og higartil er so einki at ivast í, at liðið fer at gera skreytir. Fyrsta av hesum var altso DM-favoritturin, og spurningurin er so, hvørt teir eisini fara at vinna sær líknandi úrslit í komandi dystunum.









