Heini bygdaráðsformaður

Heini O. Heinesen hevur nú tikið viðaftur sum bygdaráðsformaður í Kunoyar kommunu

 

Nýggja bygdaráðið í Kunoyar kommunu hevur skipað seg.

Løgtingsmaðurin Heini O. Heinesen verður nú aftur bygdaráðsformaður í Kunoyar kommunu, og John Damberg verður næstformaður.

Kunoyar kommuna umfatar Kunoyar bygd og Haraldsund, og bygdirnar høvdu hvør sín lista til kommunuvalið.

Listi A, sum var mannaður við monnum úr Kunoy, fekk trý umboð, og listi B fekk tvey umboð á kommunuvalinum í november.


Heini flestar atkvøður

Heini O. Heinesen fekk flestar atkvøður á valinum. Hann fekk 21 atkvøður. Harafturat vórðu eisini Atli Vilhelm og Jaspur Kruse valdir í bygdaráðið av lista A, sum samanlagt fekk 48 atkvøður.

Listi B fekk 41 atkvøður, og av teimum fekk John Damberg flestar - 12 atkvøður. Afturat honum kom eisini Hanna í Kongsstovu í nýggja bygdaráðið, og hon er einasta kvinnan, sum skal sita næstu fýra árini.

104 fólk at atkvøðurætt til valið í Kunoy, og av teimum settu 89 fólk kross á atkvøðuseðilin.