Komandi hóskvøld verður forvitnisligt tónleikatiltak í Tórskjallaranum. Tá verður høvi at hoyra tað, ið fjøldin av føroyingum allarmest hóvar
at lýða á, nevnlilga harmoniku-tónar.
Tó neyvan verða tað Freddy Kristoffersen ella Jularbo-tónar, ið streyma
gjøgnum ljóð-kassarnar, tí maðurin við Harmonikuni er djass tónleikari
og sum skilst ein av heimsins bestu.
Heini Bugge er hálvur føroyingur og hálvur norðmaður, og hóast ungur, so hevur hann longu roynt síni kynstur saman við teimum stóru, og gestalistin er langur.
Har finnast nøvn, sum Egil Kapstad, Bjørn Alterhaug, Terje Venaas,
Asmund Bjørken, Sreinar Raknes o,f.
Hóast Bugge er djass-tónleikari, so hevur hann ikki firna tann norska
fólkatónleikin, og hvør veit, kanska trívur hann eisini í onkra svenska
vísu, um onkur biður pent um tað.