Neistin kundi um vikuskiftið staðfesta, at felagið hevur gjørt avtalu við Heina Hanusarson, um at hesin er partur av manshópinum hjá Neistanum seinastu tvey árini. Heini hevur seinnu árini verið í Danmark í lestrarørindum, og í tveimum umførum hevur hann spælt við felagi í bestu donsku deildini. Nú gongur leiðin so heimaftur, og tað verður altso Neistin, sum komandi tvey árini fær gleði av skotsterka kollfirðinginum.









