Heini 25 ár í koyristóli

19. desember í 1988 var 19 ára gamli Heini Festirstein av Eiði fyri álvarsamari ferðsluvanlukku, sum kostaði honum førleikan

– Beint eftir midnátt í kvøld eru 25 ár síðan eg kom til skáða - tvs. at eg havi sitið 25 ár í koyristóli.

 

Soleiðis skrivaði Heini Festirstein á Facebook mikukvøldið. Heini Festirstein gjørdist avlamin av ferðsluvanlukku við Ljósá fyri 25 árum síðani, tá hann koyrdi út av við bili á veg av Eiði til Oyrarbakka í dans. Hann hevur fleiri ferðir nýtt seg sjálvan sum dømi uppá, hvussu tú ikki skalt gera í ferðsluni. Og í eini samrøðu við Sosialin í fjør greiddi hann frá, hvussu rúsdrekkakoyring fullkomiliga broytti lívið hjá honum. Hann var 19 ára gamal, tá vanlukkan hendi. Á Facebook skrivar Heini Festirstein víðari:

 

– 19. desember er altíð ein dagur, sum altíð fær meg at hugsa, hvat nú um? Hvar hevði eg verið í dag, um eg ikki fór í bilin hetta kvøldið, hvat hevði eg gjørt, og hvussu hevði mín gerandisdagur verið o.s.fr.

 

– Men í staðin fyri at grenja um, hvat eg ikki kann, vil eg heldur seta prís uppá lívið – sum eg var nær við at missa – og hugsa um tað eg havi, tað eg kann og feira tað. Tí eg havi tað fínt við at vera eg, havi eitt gott starv, nógv góð fólk rundanum meg og stórtrívist í gerandisdegnum. Tí vil eg siga takk til øll, sum hava hildið meg út hesi árini, tí tað hevur avgjørt ikki altíð verið “ein dansur á rósum”.

 

– Eg vil tó leggja afturat, at eg ikki setti prís uppá at kunna ganga, fyrr enn eg ikki kundi ganga, so kanska vit áttu at sett størri prís upp á ting, sum vit taka fyri givið. Stóra tøkk til familju, vinfólk, starvsfelagar og onnur, sum hava stuðlað mær hesi árini – tit eru meira týðandi enn nakað.

 

Takk!

 

TRÝST HERfyri at lesa samrøðuna við Heina Festirstein, sum varð prentað í Sosialinum 16. november í fjør

 

og TRÝST HER fyri at lesa seinna partav samrøðuni.

 

og TRÝST HER fyri at síggja forsíðuna á Sosialinum við Heina Festirstein 16. november í 2012