Heini Hanusarson sýndi enn einaferð, hvussu virðismikil hann er fyri Elite 3000 Helsingør. Um vikuskiftið spældi Helsingør móti Tønder, og hesin dysturin endaði við javnleiki, 29-29, og skeyt føroyski stórskjúttin ikki færri enn 10 av málunum hjá Helsingør. Helsingør liggur miðskeiðis í næstbestu donsku røðini við 17 stig fyri 19 dystir.










