Heingja skitin klæði á snór

- Leivdirnar av tí einaferð so stolta arbeiðaraflokkinum sita nú á Gamla Apoteki og heingja síni skitnu klæði á snór, so øll síggja skommina, heldur Bill Justinussen. - Meðan tingfólk og landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum senda út eftirlýsing eftir tingmanni, leita føroyingar eftir Javnaðarflokkinum. Eisini vit í andstøðuni verða nú noydd alment at senda eina eftirlýsing út, tí flokkurin er burtur í føroyskum politikki.

Tað skrivar Bill Justinussen, løgtingsmaður, í lesarabrævi nú seinnapartin.

- Meðan Sambandsflokkurin við Rósu Samuelsen á odda jarðleggur eitt vælferðartilboð fyri og annað eftir, tí tey ikki trúgva upp á føroyska samfelagið, sita leivdirnar av tí einaferð so stolta arbeiðaraflokkinum á Gamla Apoteki og heingja síni skitnu klæði út á snórin, so øll síggja skommina.

Bill Justinussen heldur, at tann ídnasti av hesum er Hans Pauli Strøm, sum tekur sær sjálvum ? og viðhvørt flokkinum ? æruna fyri øll vælferðarframstig seinastu sjey árini.

- Men veruleikin er, at eingin politikkari kann eiga nakað einsamallur. Øll mál, har fólkaræði valdar, krevja politiskan meiriluta fyri at verða framd.

Løgtingsmaðurin sigur, at meðan javnaðarfólk sita handan læstar dyr á Gamla Apoteki og senda út lesarabrøv, eftirlýsingar og sjálvrós, hava tey mist sambandið við føroyingin - og við sítt egna kall.

- Í Suðuroynni spyrja tey, um hetta er javnaðarpolitikkur. Í Sandoynni stendur ein útblakaður tingmaður vónleysur og lítur yvir á barnaheimið hjá Peturi Mohr Dam. Hann spyr eisini, hvar flokkurin bleiv av. Í Eysturoynni eru tey langt síðani givin at leita, skrivar Bill Justinussen, løgtingsmaður, í sínum lesarabrævi.