Heine Fernandez dømdur fyri stuldur


Fyrrverandi HB-venjarin fekk í farnu viku 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava stolið bilin hjá einum fótbóltskollega. Hendingin fór fram í 2003, tá ið Heine Fernandez undir eini veitslu tók bilin hjá fótbóltsspælaranum Mohammed Zidan, og tvær ferðir koyrdi fram við reyðum ljósi, áðrenn hann varð steðgaður av løgregluni.
Nú hevur málið verið fyri í rættinum, og Fernandez viðurkendi, at hann hevði tikið bilin, uttan at hava spurt um loyvi. Tað metti dómarin, hann skuldi hava 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri, umframt at hann fekk 2.500 krónur í bót, skrivar BT.
- Hetta hevur verið forferdiligt at havt hangandi yvir høvdinum, og tað er gott, at alt nú er av, sigur Fernandez við BT.