Heine aftur á vøllinum

Fagnaðurin var stórur, tá Heine Fernandez 20 minuttir undan leikloki skifti seg sjálvan inn á vøllin. HB-venjarin hevur verið skaddur fyrsta partin av hesum kappingarárinum, og einki er at ivast í, at tey í felagnum í hava saknað vandamikla veteranin í álopspartinum.
Enn er hann ikki heilt fullførir fyri at nýta vinstra bein, men sum skilst, so fær hann runnið uttan trupulleikar. Og í HB er vónin uttan iva, at hann fer at verða tøkur, nú týdningarmklu dystirnir móti Skála og B36 standa næstir á skránni.