Heindrikur vil ikki jarðast saman við drotningini

Heindrikur prinsur er so ónøgdur við lut sín í kongshúsinum, at hann vil ikki jarðast undir liðini á drotningini í Roskilde Dómkirkju

Heindrikur prinsur og Margreta drotning skulu ikki jarðast saman, sum ætlanin annars hevur verið. Tað váttar kongshúsið í tíðindaskrivi.

 

– Kongshúsið hevur í dag almannakunngjørt, at hansara kongaliga hátign, Heindrikur prinsur, ikki ynskir at verða jarðaður í Roskilde Dómkirkju, sum annars hevur verið ætlanin.

 

Avgerðin hjá prinsinum førir við sær, at prinsurin ikki fer at liggja við síðuna av drotningini undir tí sarkofaki, sum professarin og myndahøggarin, Bjørn Nørgaard, hevur tilevnað.

 

Kongshúsið leggur afturat, at Margreta drotning »góðtekur avgerðina«.

 

Í BT váttar samskiftisstjórin í kongshúsinum, Lene Balleby, at tað royala parið skal jarðast hvør sær. Orsøkin er, at Heindrikur prinsur hevur verið ónøgdur við lut sín í kongshúsinum.

 

– Tað er eingin loyna, at prinsurin í nógv ár hevur verið ónøgdur við lut sín og tign sína, sum hann hevur fingið í danska monarkinum. Tann ónøgdin hevur seinastu árini fylt meira og meira, sigur hon við BT.

 

– Fyri prinsin er avgerðin um ikki at lata seg jarða saman við drotningini tann nátúrliga avleiðingin av, at hann ikki er javnmettur í sambandi við hjúnafelaga sín – við ikki at fáa tað heiti og tað embæti, sum hann hevur ynskt.

 

/ritzau/