Heindrikur prinsur er deyður

Heindrikur prinsur doyði í gjárkvøldið klokkan 23:18 á Frendensborg Slotti.

 

Við lið hansara vóru Margreta drotning og synir teirra, Fríðrikur krúnprinsur og Joakim, verður sagt í fráboðan frá danska kongshúsinum.

 

Sagt verður ikki, hvør deyðsorsøkin var.

 

Tað verður heldur einki sagt um, hvar prinsurin skal jarðast.

 

Tað vakti mikla umrøðu, tá Heindrikur prinsur í august í fjør boðaði frá, at hann – beint ímóti øllum siðum – ikki vildi jarðast við síðuna av Margretu drotning í Roskilde Dómkirkju.

 

Heindrikur prinsur var týsdagin, eftir fleiri vikur á Ríkissjúkrahúsinum, fluttur til Fredensborg Slot.

 

Tað segði kongshúsið í fráboðan, men har var tó ikki sagt, hvussu álvarsom støðan var.

 

Miðlastjórin í kongshúsinum, Lene Balleby, hevur sagt Billed-Bladet, hví Heindrikur hevði valt Frendensborg Slot.

 

– Her kann prinsurin vera saman við familjuni og vera í umhvøri, sum hevur týdning fyri hann, segði hon.

 

Við deyða hansara er eitt tíðarbil farið í nýggjari danmarkarsøgu.

 

Í 1965 møtti hann Margretu krúnprinsessu í London.

 

Tvey ár sienni kom hann til Keypmannahavnar í oysandi regni, fekk danska trúnarvingin og varð samstundis giftur við øllum Danmark.

 

»Henri kom, sá – og tú sigrari«, sum Fríðrikur IX kongur segði tað í røðu síni til brúðarparið í juni 1967.

 

Og sigrði, tað gjørdi brúðgommurin – í øllum førum í fyrstuni. Røða hansara til brúðrina vakti ans, og setningurin »Eg kom til ein blómandi urtagarð, men gentan var tó vakrasti prýði«, er um at fara í søguna.

 

Á sama hátt fekk hann nýtt navn og nýggja tjóðarsamleika, tittul og trúgv.

 

Tann tá 34 ára gamli Henri Marie Jean André greivi de Laborde de Monpezat varð til Heindrik prins av Danmark, og maður drotningina ella prinsegemal, sum hann í nógv ár heldur vildi rópast fyri at lýsa munin millu yngru prinsarnar í familjuni.

 

/ritzau/