Heindrikur handaði Hildur gávuna

Í dag vóru ársins Lions-prísir handaðir umborð á Dannebrog. Sum altíð er tað kongaligi verjin hjá Lion's, ið handar prísirnar, Heindrikur, prinsur.

 

Í ár fall tað Lion's Club Tórshavn í lut at avgera, hvør skuldi fáa part av teimum 600.000 krónunum, sum vóru latnar. Lion's Club Tórshavn tilnevndi Føroya Barnaheim at taka ímóti prísinum, og sostatt fær Føroya Barnaheim 400.000 krónur frá Lion's Club. Hinar 200.000 krónurnar vóru latnar foreldrafelagsskapinum Vit hava mist eitt barn.

 

Í dag var Hildur Hermansen, leiðari á Føroya Barnaheimi, tí umborð á Dannebrog og tók ímóti prísinum vegna Føroya Barnaheim.

 

Peningurin skal nýtast til ein serligan sansa-garð, ið skal hjálpa børnum við umsorganarsviki at fáa eitt amboð, ið kann hjálpa teimum at menna eitt nú motorisku evnini, umframt heimafunktionell evni og somuleiðis kenslulig evni. Sansagarðurin skal gerast á økinum hjá Barnaheiminum.