Kringvarp Føroya broytir aftur í dag sjónvarpsskránna í samband við andlátið hjá Heindriki, prinsi, týskvøldið.
Klokkan 14.20 sendir Kringvarp Føroya eina serstaka portrettsending av prinsinum og beint aftan á verður samsent við danska TV2, sum vísir, tá kistan við Heindriki, prinsi, verður flutt úr Amalienborg í slotskirkjuna á Christiansborg.
Heindrikur, prinsur, andaðist týskvøldið, 83 ára gamal. Hann gjørdist sjúkur á ferð í Egyptalandi og bleiv flogin til Danmarkar. Tó at tað ikki var mett vandamikið, gjørdist hann brádliga verri fyri og týsdagin bleiv hann útskrivaður úr Ríkissjúkrahúsinum og fluttur heim at vera síðstu tíð sína.
Heindrikur, prinsur, ynskti ikki eina almenna jarðarferð og tí verður eitt lítið minnishald fyri nærmastu familjuni týsdagin. Eftir egnum ynski verður likamið brent. Helvtin av øskuni verður stroydd út í donskum havi, meðan hin helvtin verður niðurgrivin í slotsurtagarðinum.
Leygardagin fær almenningurin høvi at siga farvæl eina seinastu ferð í Christiansborg Slotskirke. Í Føroyum hava fólk høvi, til og við týsdagin, og skriva eina samkenslukvøðu til kongshúsið á skrivstovuni hjá ríkisumboðnum í Føroyum.










