Sosialurin skrivar hósdagin 6. desember 1984 um trolaran Heinaberg sum koppaði, tá hann fór á sjógv á Skála Skipasmiðju týskvøldið 4. desember. Fimm mans vóru umborð, tá óhappið hendi, men teir fingu ongan skaða. Trolarin varð bygdur til P/f Heinaberg á Strondum.










