Heimurin vil hava Kerry

Í 30 av 35 londum vil meirilutin hava John Kerry at vinna forsetavalið ímóti George W. Bush

Bara í Nigeria, Filipsoyggjunum og Pólandi hevur George W. Bush fleiri stuðlar enn John Kerry, og í India og Teilandi stendur á jøvnum.
Tað vísir ein kanning, sum GlobeScan hevur gjørt. Kanningin umfatar 35 lond, og hon vísir, at í meðal fær Kerry undirtøku frá 46 prosentum av teimum spurdu, meðan Bush fær 20 prosent í meðal.
Steven Kull á lærda háskúlanum í Maryland sigur við tíðindastovuna AFP, at sjálvt um Kerry ikki er so væl kendur sum Bush, hevði hann vunnið so ruddiliga, um heimurin skuldi velja amerikanska forsetan. Men tað eru amerikanararnir, sum velja forsetan´i USA, og har er Bush framman fyri Kerry.
AFP nevnir úrslitið av kanningini í Noregi, og tað vísir, at norðmenn eru ikki í iva um, hvønn teir vilja hava í Hvítu Húsini. 74 prosent siga seg taka undir við Kerry, og bara sjey prosent stuðla Bush.