Heimurin verður heitari enn nakrantíð

- El Niño hitar jørðina, og ábendingar eru eisini um, at globali miðalhitin veksur við 1-2 stigum hvørt ár. Hesi viðurskifti kunnu gera, at 2007 verður heitari enn 2006, og hetta kann soleiðis føra við sær, at árið í ár verður tað heitasta á jørðini nakrantíð, sigur bretski veðurlagsgranskarin, Phil Jones

Veðurlag

Árið 2007 kann gerast tað heitasta árið á jørðini nakrantíð.
Tað sigur bretski veðurlagsgranskarin og professarin Phil Jones, sum leiðir veðurlagsgranskingarstovnin við universitetið í East Agnlia.
Tað er bretska blaðið, The Idependent, sum ber hesi tíðindi.
Granskarin heldur, at talan verður um eina samantvinnan av vakstrarhúsárini og veðurlagsfyribrigdinum El Niño, sum kann fáa álvarsligar fylgjur fyri heimin í ár.
Hann væntar, at komandi tólv mánaðirnar kunnu vit fáa eina "ekstrema" veðurlagsskipan um allan heimin, sum hann tekur til.
Halda metingarnar hjá Phil Jones, verður Kalifornia rakt av ógvuligum regni, meðan Indonesia og Avstralia fara at uppliva nógvan turk.

Óvanligur hiti
Árið 2006 var metár í Stórabretlandi hvat hita viðvíkur. Hetta var heitasta árið í landinum síðan í 1659.
Miðalhitin kring um heimin í 2006 hevur bara seks ferðir verið heitari enn í árinum, sum fór, síðan mátingarnar byrjaðu.
Tað er serliga hitin í endanum av 2006, sum hevur vakt órógv.
- El Niño hitar jørðina, og ábendingar eru eisini um, at globali miðalhitin veksur við 1-2 stigum hvørt ár. Hesi viðurskifti kunnu gera, at 2007 verður heitari enn 2006, og tað kann soleiðis føra við sær, at árið í ár verður tað heitasta á jørðini nakrantíð, sigur bretski veðurlagsgranskarin, Phil Jones.
Bretska blaðið prentar eisini ein kronikk, sum David King, vísindaligur ráðgevi hjá bretsku stjórnini, skrivar.
King heldur, at heimurin hevur gjørt stór frambrot við umhvørvishugsan í árinum, sum fór, men hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi at fáa í lag eina altjóða avtalu um útlát.
- Tað eru bara myndugleikar, ið samstarva, sum kunnu stýra heiminum móti eini burðardyggari menning á hesum øki. Vit mugu hugsa um, hvørt vit hava ráð at gera nakað við umhvørvi nú – men skjótt er tað vorðið ov seint, leggur hann aftrat.
Seinast leiðandi myndugleikar vóru savnaðir til tess at røða um umhvørvi, var í Nairobi í november, og tá varð ikki roknað við teimum stóru gjøgnumbrotunum.
- Og hesi gjøgnumbrot komu heldur ikki, leggur hann aftrat.

El Niño ávegis
Heimsins veðurlagsfelagsskapurin WMO, sum er ein partur av ST, hevur sent út ávaringar um, at El Niño er í ferð við at mennast í sonevnda "kyrrahavsbaðikarinum", og av hesi orsøk verður roknað við heilt serstøkum veðurlagi yvir stórar partar av heiminum fýra teir fyrstu mánaðirnar av hesum árinum.
Seinastu útsøgnirnar hjá WMO benda á, at sjálvt ein veik El Niño-ávirkan fer at føra til, at havið í miðal verður hálvt annað stig heitari enn miðal. Í rigasta føri fer heimurin at uppliva óvanligt veður í 18 mánaðir – júst, sum í 1997/1998. Longu nú síggja granskarar fyrstu ábendingarnar í tí væntandi veðurlagnum, og eitt nú er Indiska havið munandi heitari enn vanligt.
Kortini er samanhangurin um globala upphiting ikki so greiður.
Kanningar benda á, at El Niño og tvíburðafyribrigdi, La Niña, hava verið til í 15.000 ár. Nú verður so eisini kannað um veðurlagsbroytingar, sum heimsins íbúgvar hava skapt, kunnu hava gjørt, at hesi fyribrigdi eru økt í styrki og somuleiðis fyrikoma oftari.