Heimurin vendir teimum bakið

Hungur, fólkamorð og rán hótta meiri enn tríggjar milliónir fólk í Darfur, meðan heimssamfelagið hyggur at

Fyri trimum árum síðani vóru 230 hjálparfólk í sudanska landspartinum Darfur og hjálptu teimum 350.000 flóttafólkunum har. Í dag eru hjálparfólkini 14.000 í tali og flóttafólkini 3,5 milliónir. Kortini eru tað umleið 200.000, sum ongan mat hava, og neyðhjálparsamskiparin hjá ST ávarar nú um, at játtar altjóða samfelagið ikki meiri pengar til hjálpina, steðgar alt hjálpararbeiðið í Darfur um nakrar mánaðir.
Jan Egeland, neyð­hjálp­arsamskipari, var í síðstu viku í New York og greiddi ST-trygdarráðnum frá støðuni. Har kom millum ann­að fram, at higartil er tað bara Bretland, sum hevur latið størri neyðhjálp í ár enn í fjør, sjálvt um kreppan er tann ringasta av sínum slagi í heiminum.
Neyðin byrjaði fyri trimum árum síðani, tá fólkið í Darfur gjørdi uppreistur fyri at fáa størri sjálvræði. Sudanska stjórnin svaraði kravinum við at lata herin reka fólk burtur, og vápnað harkalið fingu frítt at fara. Umleið 70.000 fólk lótu lív, og meiri enn tvær milliónir fólk noyddust at rýma frá húsi og heimi. Nógv fólk flýddu um markið til grannalandið Tjad, men heldur ikki har fáa tey frið, tí tey vápnaðu harkaliðini fara um markið og gera seg inn á tey, skrivar The Independent.
Afrikanski eindarfelags­skapurin hevur roynt at fáa frið í lag, men uttan úrslit. Í fjør tosaði NATO um at senda friðarvarðveitandi her­menn til Darfur, men ætlanin bleiv slept.