Heimurin tapir bardagan ímóti AIDS

Heimssamfelagið er í ferð við at tapa bardagan ímóti AIDS, sigur ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, sum samanber sjúkuna við hópoyðingarvápn

Heimsins leiðarar mugu leggja størri dent á bardagan ímóti AIDS.
Tað var tann greiði boðskapurin hjá ST-aðalskrivaranum, Kofi Annan, í einari samrøðu við útvarpið BBC World Service í gjár. Hann heldur ikki, at teir leiðandi í heiminum vísa sjúkuni nóg stóran áhuga, og tí mælir hann fólkinum til at ávirka sínar leiðarar.
- Í summum londum er AIDS sum eitt hópoyðingarvápn, men hvat gera vit við tað, spyr Kofi Annan.
- Eg eri illur og stúrin, og eg kenni meg hjálparleysan at liva í einum heimi, sum hevur miðlarnar til at hjálpa øllum teimum sjúku, men sum ikki hevur politiskan vilja til tað, sigur hann.
Í einari frágreiðing, sum ST kunngjørdi fyri stuttum, stendur at lesa, at AIDS hevur ongantíð kravt so mong mannalív sum í ár, og at talið á smittaðum hevur ongantíð verið størri enn nú. Umleið fimm milliónir fólk eru smittað í ár, og meiri enn tríggjar milliónir eru deyð av sjúkuni. ST heldur, at umleið 40 milliónir fólk hava AIDS, tey flestu í londunum sunnan fyri Sahara, og at talið bara veksur.