Heimurin sýnir samkenslu við belgisku tjóðini

Yvirgangur rakti enn einaferð Vesturheimin, tá sjálvmorðsbumbufólk í gjár lupu á belgiska høvuðsstaðin Brússel.


Álopini skakað fólk um allan heim, og sum sæð so mangan áður, so vísa fólk úr øllum ættum samkenslu við belgisku tjóðini í hesum døpru døgum, meðan kendir bygningar verða litaði við litunum í belgiska flagginum.


Belgiskir myndugleikar meta, at 34 fólk doyðu og 250 fólk vórðu løstaði í álopunum í gjár.


Yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri álopið, ið tey siga er eitt svar upp á handtøkuna av Salah Abdeslam, ein av høvuðsmonnunum handan álopini á París í november.


Vit hava samlað nakrar myndir av minningarhaldum kring heimin.