Heimurin saknar framvegis Lennon

Sagt er um hann, at hann var maðurin, sum gav nýmótans tónleikinum tað størsta sparkið í afturpartin nakrantíð. Tann 9. oktober í ár hevði John Lennon fylt 70 ár, og heimurin takkar honum enn fyri sermerktu røddina, nýskapandi sangirnar, hvassa vitið, stuttligu viðmerkingarnar og dirvið at tala myndugleikum ímóti. Hóast 30 ár eru liðin, síðan hann doyði, sita fólk enn við tárum í eygunum og hyggja at Lennon-klippum á YouTube

Tann 9. desember í 1980 varð eg vaktur kl. 07.20, tí eg skuldi í skúla. Stutt frammanundan høvdu vit í 4. flokki uppdagað The Beatles. Tann fyrsta plátan, vit øll keyptu og tráspældu, var "Help." Á baksíðuni vóru myndir av teimum fýra beatlunum. Beinanvegin helt eg meg síggja, hvør tann skrappasti var. Tað var John Lennon. Hann sá sannførdur og eitt sindur vandamikil út. Sum 9 ára gamal hevði eg valt mær mína tónleikaligu hetju, og eg gleddi meg at hoyra restina av tilfarinum hjá The Beatles og John Lennon. Men so varð eg vaktur. "Nú mást tú koma upp, tí Ívar sigur, at John Lennon er skotin í New York!"

 Eins og milliónir av øðrum fólkum í heiminum hugsaði eg, at tað kundi ikki passa. Ongin kundi finna uppá at skjóta ein tónleikara. Politikarar vóru gamaní skotnir fleiri ferðir framm­anundan, John F. Kennedy í 1963 og Robert Kennedy í 1968, og stutt eftir, at yngri Kennedy varð skotin, varð Martin Luther King myrdur. Abraham Lincoln varð myrdur eftir amerikanska borgarakríggið og eisini Gandhi, tá hann hevði rikið onglendingar úr India. Men John Lennon? Hvussu kundi nakar skjóta hann? Hvussu kundi nakar skjóta ein, sum hevði givið heiminum so nógvar góðar sangir, spjatt so nógva gleði og verið drívmegin í heimsins størsta tónleikabólki?

 

Hataði skúlan

Hetta var í 1980 púra óskiljandi, og tað er tað enn. Morðið á John Lennon gav stutt sagt onga meining. Maðurin, ið skeyt, var ein skitsofrenur knokkur av Hawaii, ið alt sítt lív hevði stríðst við egnar undirlutakenslur. Tíðliga var hann farin at fjeppast uppi í The Beatles, men í skitsofrena høvdinum vendist alskurin til hatur, og fjepparin stardi seg óðan inn á John Lennon. Tá Lennon og Yoko Ono 17. november í 1980 góvu út plátuna "Double Fantasy" eftir fimm ára tøgn, fór hann til New York við revolvara, tí hann vildi stjala góða umdømið hjá síni fyrimynd. Kl. 22.50 tann 8. desember skeyt hann fimm skot eftir Lennon. Fýra raktu, og fáar minuttir seinni doyði hann.

Hetta var endin á lívinum hjá per­són­inum John Lennon, men verkið eftir hann er enn ljóslivandi, og røddin og sangirnir ljóma framvegis um allan heim. John Lennon var ein so gávuríkur listarmaður, at hann visti ikki, hvørjum beini hann skuldi standa á sum ungur. Hann hataði skúlan og gjørdi uppreistur ímóti lærarunum við at skulka og spæla tónleik. Hann teknaði nógv, skrivaði stuttligar yrkingar og var eitt oratoriskt begávilsi. Genturnar bæði ræddust og hámettu tann framliga og sjarmerandi unga mannin, ið misti mammu sína longu sum 17 ára gamal. Hetta merkti hann alt lívið. Hann var óður og við­kvæmur um somu tíð, men hevði sam­bært Ringo Starr heimsins størsta hjarta.

 John Lennon ætlaði sær á yngri árum ikki at arbeiða frá 8.00 til 16.00 sum vaksin. Tílíkar fastlagdar karmar ræddist hann sum pestina sjálva. Hann flýddi tí inn í tónleikin í egna bólki sínum, The Quarrymen, og meðan hann við hesum bólki spældi á einum kirkjubasari í Liverpool á sumri í 1957, hitti hann Paul McCartney. Seinni fór hann á listaskúla saman við einum øðrum vinmanni, Stuart Sutcliffe. Har gekk onki serligt at møta upp heldur, tí tónleikurin dró. George Harrison kom upp í The Quarrymen, og bólkurin skifti navn til The Beatles. Síðan fóru teir til Hamburg at spæla í fleiri umførum, og Ringo Starr settist við trummurnar.

 

Drívmegin í Beatles

Restin av søguni um The Beatles er líka kend sum sangirnir hjá bólkinum. Øll hava tó kanska ikki givið sær far um, at árini frá 1962 til 1966 var John Lennon nærum óstýriligur sum sangskrivari og sangari. Sangirnir floymdu úr hansara hondum, eitt nú á plátuni "A Hard Days Night," har hann átti 10 av 13 sangum. Hann sang sum ein dreymur, tí konsertirnar góvu honum góða venjing. Legendarisk er ikki minst upptøkan av "Twist And Shout" í 1962, har hann forkølaður sang seg inn í rocksøguna við einum røttum mannfólkaavriki.

 Rødd hansara hevði karakter og hvassleika, men eisini eymleika. Hann kundi syngja teir mest uppslítandi rock­sangirnar við øgiligari orku, og hann kundi sorgblítt tulka tann viðkvæmasta sangin um sváran miss og sakn. "Rock 'n' Roll Music" hjá Chuck Berry, sum Beatles innspældi í 1964, er eitt annað dømi um kraftina í rødd hansara. Upptøkan varar í tveir og ein hálvan minutt, og tú situr sum á nálum og bíðar eftir, at ræddarbondini slitna, men hann missir aldrin tamarhaldið. Á einum sangi sum "Instant Karma" er hann so væl upplagdur, at innspælingin hjá eitt nú U2 av sama sangi bliknar afturímóti.

 Men lurta so eftir sangum sum "Julia," "Girl" og "In My Life." Nú er tað søgusigarin, sum reflekterar yvir mammuna, miseydnaða kærleikan og farnar dagar. Hetta ger hann við eins stórari sannføring, tí John Lennon var ikki bara ein av heimsins bestu og mest fjølbroyttu sangarum. Hann var eisini ein av heimsins bestu sangskrivarum. Sangirnir, ið hann og Paul McCartney lótu úr hondum, hevur framleiðarin hjá The Beatles, George Martin, kallað besta tónleikin av øllum tónleiki, sum varð gjørdur í 60'unum. Tá eftirtíðin fer at leita eftir nýskapandi tónleiki úr farnu øld, fara nøvnini Lennon og McCartney tí at hava somu støðu, sum navnið Mozart hevði í síni tíð.

 

Persónmenskan Lennon

Var John Lennon ein stórur sangari og sangskrivari, so var hann eisini ein sjáldsom og ofta mótsigandi persónmenska. Í The Beatles var hann tann intellektuella og ótolna kraftin. Rebellurin, sum pínadoyð ikki tímdi at geva seg undir mjørkatos hjá følskum myndugleikum, og sum tí alt sítt lív boksaðist við øll sløg av valdsharrum. Sjálvt Richard Nixon ræddist John Lennon og fekk fólk at elta hann fyrst í 70'unum, meðan Vietnam-kríggið gjørdist ein alsamt størri kleppur um beinini á amerikonsku stjórnini. Onki var at siga til hetta, tí frammanundan hevði amerikanski forsetin hoyrt eina millión mótmælisfólk syngja "Give Peace A Chance" uttan fyri Hvítu Húsini.

 John Lennon er sjálvandi best kendur fyri sín tónleik, men dyrkar tú persónin, er minst líka stuttligt at lurta eftir samrøðunum við hann. Skjótt verður greitt, at hann var nógv meira enn ein vanligur rockari og poppari. Hann var skarpur í sínum útsagnum og metingum. Segði tað, hann hugsaði, og varð ofta hartaður fyri at siga teir sannleikar, ið ongin annar tordi at bera fram. Tá Beatles var í hæddini í 1966, suffaði hann tungliga um alt hóvastákið og hugleiddi um, at Beatles var vorðið betri umtókt enn Jesus. Javel, søgdu onglendingar, men skandalan var vís í bíbliubeltinum í USA, sum fór at brenna Beatles-plátur sum mótmæli ímóti John Lennon.

Lennon segði sjálvur, at tá hann var barn, ivaðist hann í, um hann var flogvit ella óður í høvdinum, tí ongin skilti hann. Hann hevði ikki sama kontrolleraða og ovurfegna sinnalagið sum Paul McCartney. Hetta sást í sangum sum "Strawberry Fields Forever," "I'm The Walrus," "Lucy In The Sky With Diamonds," "A Day In The Life" og "Come Together." Sangir sum hesir kollveltu rocktónleikin, og allir bólkar, ið komu aftaná, eitt nú Pink Floyd og Queen, lurtaðu, lærdu og førdu hesa nýskapan víðari. Tekstirnir hjá Lennon eru ofta, men langt frá altíð, surrealistiskir. Teir eru dragandi, og áðrenn tú veitst av, ert tú endaður í tí sermerkta og bersøgna Lennon-heiminum.

 

Tann bersøgna røddin

Og latið okkum dvølja eitt sindur við tann bersøgna Lennon. Um síni politisku sjónarmið segði hann í 1971:

"Eg havi altíð verið politiskt tilvitaður og verið ímóti stillstøðu. Tað er grundleggjandi, tá tú veksur upp sum eg, at hata løgregluna sum ein natúrligan fígginda og skíggja herin sum nakað, ið tekur fólk við sær og letur tey liggja eftir onkustaðni steindeyð. Hetta var grundleggjandi kenslan í byrjanini, men sjálvandi fjarar kenslan eitt sindur av, tá tú verður eldri, fært familju og hvørvur inn í systemið. Eg havi speirikið systemið, síðan eg var barn, men onki er broytt. Vit eru eitt sindur betur ílatin nú, men somu idiotarnir ráða framvegis fyri borgum."  

Eisini hevði hann í 1971 greiðar meiningar um, hví listafólk skuldu skapa vón millum tey ungu:

"Lívsstílurin í 20. øld er skaptur í Amerika. Ungfólk eru apatisk. Tey halda, at onki er vert at stríðast fyri, og at alt er liðugt. Tey vilja tí flýggja inn í rúsevnini og oyðileggja seg sjálvi. Okkara uppgáva er at siga teimum, at vón er fyri framman, og at nógv er eftir at gera. Vit mugu broyta teirra høvd og siga teimum, at tað er í lagi. Tingini kunnu broytast, og bara tí ungdómsuppreisturin ikki riggaði, ber ikki til at siga, at alt er liðugt. Hetta er bara byrjanin. Kollveltingin er akkurát byrjað. Hetta er byrjanin til tær stóru broytingarnar."

 Um tær brendu Beatles-pláturnar í USA segði hann:

"Tá tey fóru at brenna pláturnar, var tað ein skelkur, men eg kundi ikki sleppa mær burtur og vita, at eg hevði skapt eitt lítið petti av hatri í heiminum. Men hatta er trupulleikin við at siga sannleikan. Tú vilt so fegin siga sannleikan, men mást vera falskur viðhvørt, tí alt tað heila er á ein hátt falskt, sum í einum spæli. Tú vónar, at um tú ert sannur viðhvørt, so fara fólk at virðsmeta teg og vera sonn afturímóti, tú vónar, at tað loysir seg. Men øll spæla spælið, og viðhvørt standi eg nakin og sannur eftir, meðan øll hvessa at mær. Tað er skuffandi."

 

Um hann gjørdist 70

Spurningurin er so, hvat John Lennon hevði havt avrikað seinastu 30 árini, um hann var á lívi. Tá hann doyði, ætlaði hann at geva nógvar plátur út aftrat, og avlopið av "Double Fantasy" kom eisini út á "Milk And Honey" í 1984. Men hvussu hevði tónleikur hansara flutt seg í 80'unum og 90'unum? Hvat hevði hann brúkt internetið til, sum hann ongantíð upplivdi, og har fólk á YouTube framvegis harmast deyða hansara hvønn dag? Hvussu ofta hevði hann gjørt gjøldur burtur úr George Bush, og hvat hevði hann sagt um álopið á World Trade Center og fíggjarkreppuna? Ongin veit, og ongin veit heldur, um hann og Paul McCartney høvdu funnið saman aftur, men tað er lítið sannlíkt, tí at fara aftur til Beatles var sum at fara aftur í fortíðina, segði Lennon. Tað tímdi hann ikki.

 Fjepparar kring heimin mugu tí dvølja við arvin. Syngja "Imagine," "Woman" og "Jelous Guy," meðan teir heiðra falnu kempuna. Eftirtíðin er langt síðan farin at falla dóm yvir John Lennon. Í eini kanning millum bretar varð hann útnevndur til 4. størstu persónmenskuna í bretsku søguni. Í somu kanning gjørdist Winston Churchill nr. 1. Kanska skalt tú vera farin av foldum fyri at fáa tílíka viðurkenning, men kortini sigur hetta ikki so lítið um tað pláss, ið John Lennon vann sær í søguni. Ein ótryggur drongur, ið búðu hjá mostir síni meginpartin av lívinum, tí pápin rýmdi, og mamman var nakað útsveimandi og seinni doyði, hevði ein dreym um at gerast líka stórur sum Elvis, og hann gjørdist ríkiliga tað.