Guds samkoma gekk sína beinu leið,
langt burtur frá heimsins slóð,
og heimurin sjangraði síni løg,
men hon sang eitt heilagt ljóð.
„Rætt mær tína hond,“ rópti kátur hann,
„vit skulu jú somu leið.“
Men hvítu hond sína fjaldi hon
og svaraði avgjørt: „NEI.“
2. „Ájú, bert ein stuttan tein, kom við!“
Nú røddin var mild og blíð.
„Her vegurin slættur og góður er,
og sólin her skínur fríð.
Eg gangi á breiðum dygdarveg,
og víð eru grind og lið,
jú, gaman er í hjá okkum báðum
at fylgjast lið um lið.“
3. Hon rætti nú út sína hvítu hond,
sum smæðin hon snúði sær á.
Hann hondina tók, tey fylgdust so,
og ljódliga mælti hann tá:
„Í betri klæðum eg fegin teg sá;
eg perlur tær geva skal,
fínt floyal og silki og gimstein í hár,
tað fer tær at klæða væl.“
4. Sín snjóhvíta búna hon skammaðist við
– hon saman við heimsins hann bar,
og rodnandi hugdi í eygu hans inn,
sá hitt spottandi smílið, har var.
„Eg fari í hatta,“ helt samkoman tá.
„Hatta fína, jú, eg taki av!“
5. Og búnan hin hvíta hon blakaði burt,
læt seg í tað, sum heimurin gav:
hitt dýrasta silki, hitt fínasta lín
við gimsteinum, perlum á.
Og prýtt var høvdið, hitt vakra hár
í túsundtals purlum lá.
6. „Tann kroysan, tú býrt í, er als ikki góð,
men borg eg skal byggja til tín.
Har innbúgv skal vera av fínasta slag
og teppi og gluggatjøld fín.“
So stoltur var heimur, tá hann henni gav
eitt vakurt, eitt glitrandi heim,
har saman við sonum og døtrum hon nú
væl hugna sær kundi við gleim.
7. Nú leikur og rómur í høllum fór fram,
og heimur við børnum har var.
Við látri og tónleiki hugnaðust tey
– og einki var bønarhald har!
„Eg synd tína kenni,“ so syrgin hann var,
hin náðinnar eingil, har fleyg.
Tá suffandi samkoman vendi sær á.
„Ja, børn míni – hvar eru tey!“
8. „Tínir talarar, bersøgnir eru teir“
– nú harmur var rødd hans í,
„míni kæru børn, teir jú ræða tey,
teir hoyra til farna tíð.
Teir tala um pínu, um svávul og eld
og neyð, ið ei enda fær,
um pínustað, sum nú á okkara tíð
ei nakar kann hugsa sær.
Eg senda skal nakrar av betri slag,
teir tala so stuttligt og væl.
Teir siga: Nú ein og hvør ger, sum hann vil,
hann enda í Himli tó skal.“
9. Nú heimsins børn fylgdust hennara við
í vinskapi, tvey og tvey,
so bert tann Harri, ið kennir alt,
kann skilja ímillum tey.
Og samkoman setti seg niður í frið:
„Nú eri eg mett og so rík;
ja, nú skal eg dansa og stuttleika mær
og vera heiminum lík.“
10. Við fragd tá heimurin vendi sær burt:
„Nú samkoman fallin er;
og einasta, hon kann rósa sær av,
er skommin so opinber.“
*Matilda C. Edwards.
(Sigurd Berghamar týddi)